Biografi

Sangkvinnan, sjónleikarin og tónaskaldið Annika Hoydal vaks upp uppi á Hálsi uttan fyri Havnina. Pápi hennara, yrkjarin og politikarin Karsten Hoydal, var aktivur innan mentunar- og samfelagslívið, og heimið stóð opið fyri øllum listafólki og yrkjarum, sum tá vóru.

Longu tá ið hon var barn, sá hon eina nógv størri verð, tá ið familjan flutti til Ekvador í Suðurameriku. Tað lítla heimstaðið í stóru verðini varð tó eitt grundleggjandi kjølfesti, so  hóast hon seinni kom at virka í Danmark og í hinum Norðanlondunum, hevur heimkenslan aldri slept henni.

Tað at syngja byrjaði við Studentakabarettunum í trýssunum, og tað bleiv seinni til sjónleik. Millum annað var hon við í ”Færinger frænder” í 1968 á Fiolteatret. Stjórin, tann navnframi Arne Skovhus, fekk hana at royna upptøku á nýggja sjónleikaraskúlanum, Statens Teaterskole. Hon tók prógv hagani í 1973.

Síðani kom arbeiðið  á palli, í filmi, sjónvarpi og útvarpi. Arbeiðið  saman við Brigitte Kolerus á Teatret ved Sorte Hest fekk stóran týdning, men altíð sýtti hon fyri at hava fast tilknýti at einum sjónleikarhúsi, og alla tíðina hevur hon verið óheft og hevur gingið sínar egnu leiðir.

Meir og meir hevur tónleikurin tikið yvir, og við tíðini er tað blivið til 14 útgávur við sangi, har ið hon í ein stóran mun hevur gjørt løgini til orð hjá føroyskum yrkjarum. Harkaliðið spældi saman í mong ár, og tey seinnu árini hava Jógvan Dahl og Annika aftur funnið saman, og við Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen hava tey spælt á teimum ymisku festivalunum í Føroyum. 

Annika Hoydal er kend í  øllum Norðanlondum og í Týsklandi, har hon hevur ferðast nógv, og hon er við tíðini blivin ein týdningarmikil boðberi fyri føroyskari list og mentan. Opin fyri verðini gevur hon altíð sínum uppruna ein nýggjan týdning.

Útvaldir sjónleikir - Trýst her