Upplestur, frásøgn og sangur

Annika Hoydal hevur í nógv ár sungið, lisið upp og sagt frá um og burturúr føroyska skaldskapar- og søguheiminum. Hon hevur samansett fleiri kvøld, har hon sigur søgur úr Føroyingasøgu, sagnum og kvæðaskaldskapi blandað við føroyskum sangum og vísum.

Góði William

Annika Hoydal kendi í sínum barndómi stóra rithøvundin í Føroyum, William Heinesen. Hon sigur frá, lesur upp og syngur eitt bland av egnum endurminnungum, orðum Williams umframt sangir, honum dámdi.

Annika Hoydal við bólki

  • Jógvan Dahl (gittar m.m., sang)
  • Eyðun Mohr Hansen (gittar, sang)
  • Kaj Johannesen (bass, sang)
  • Annika Hoydal(sang)

Tey hava spælt saman síðani 2003. Tey spæla sangir hjá Anniku umframt traditionellan føroyskan tónleik. Jógvan og Annika vóru í kenda bólkinum, Harkaliðnum, sum ung lesandi í trýssunum byrjaðu. Harkaliðið spældi í fleiri enn 20 ár og luttók millum annað í danska Melodi Grand Prixnum í 1979, har tey umboðaðu Føroyar við føroyska sanginum ’Aldan’.